Dysartri og dysartrofoni
Til ber at fáa taluvenjing í samband við dysarti og dysartrofoni. Dysartri merkir beinleiðis umsett skerd (‘dys’) evni at útala (‘artri). Dysartri merkir sostatt vánalig úttala, sum ger, at tað er torført at skilja, hvat sagt verður. Dysartri, sum er lamni av talugøgnumi samband við heilaskaða, ger tosistøðuna torføra, hóast málsligi førleikin annars er í lagi. Ljóð, orð og setningar, sum er grundarlagi undir okkara talu og samskifti í gerandisdegnum eru stundum sera trupull at skilja, tí at varrar, munnhola, tunga, bleytgómi og svølgið eru partvís ella heilt lammað. |
Dysartri rakar bæði børn og vaksin. Orsøkirnar kunnu vera fleiri. Sum dømi kunnu nevnast dysartri hjá børnum við ‘cerebralari paresu’ og dysartri hjá vaksnum sum avleiðing av blóðtøppi ella bløðing í heila.
Til ber at bøta um útalu av ljóðum, orðum og setningsgerð við miðvísum úttaluvenjingum. Úrslitið av hesum kann í mongum førum eydnast væl, hóast hetta eyðsæð er knýtt at, hvussu hart ein er raktur og um heildarstøðan er versnandi ella ikki. Tætt knýtt at dysartriini er heitið dysartrofoni, sum er skerdur raddarførleiki. Tá so er, er andadráttur og røddin eisini ein stórur partur av venjingini. |