Stamitrupulleikar
Við hollum royndum á stamiøkinum bjóða vit okkum fram at ráðgeva, vegleiða, meta um og viðgera stamitrupulleikar, bæði hjá børnum undir- og yvir skúlaaldur, og hjá vaksnum. Í samband við barnastamingina, verður gjørt nógv burturúr at ráðgeva og vegleiða foreldrini, fakfólki á dagstovninum ella í skúla. Ein viðgerðarætlan, ið er mett best hóskandi til tann einstaka, verður gjørd. Hjá teim vaksnu, er undirvísingin gjølla lagað til tann einstaka við atliti til stamistøðu og venjingar-møguleikar. Av tí at staming ikki er ein tali-trupulleiki, men ein samskiftis-trupulleiki, kann talan bæði vera um einstaklingaundirvísing og undirvísing í bólki. Hví stama fólk? Hóast flestu okkara kenna onkran sum stamar og eisini av og á tosa við fólk sum hava endurtøkur av pørtum av orðum, heilum orðum ella enntá hava ilt við at fáa orðið fram, vegna læsingar í barkanum, so er staming, eitt rættiliga breitt evnið, og tí torført at orða seg stutt um. Sum so er ikki talan um eitt talubrek, men heldur um eitt samskiftisbrek við eini sálarligari ávirkan. Tað er í samrøðuni við onnur at stamingin kemur fyri. Tað kann vera tá tveir persónar tosa saman ella tá tosa verður í bólki. Tað er vist ongin, sum heilt veit hvat staming er og hví summi fólk stama. Tað er tó kent, at ein ávís arvaligheit er knýtt at stamingini. |
Hvussu byrjar stamingin?
Sagt verður at stamingin byrjar í oyranum hjá mammuni. Hetta passar væl, tí meira enn helming-urin av børnumum sum stama byrja um somu tíð, tey byrja at læra tosa, tvs. frá 2 – 5 ára aldur. Hjá øðrum byrjar stamingin um skúlaaldur og uppaftur onnur kunnu byrja seinni td. í samband við kynsbúning. Spurt kann verða, um eitt lítið barn, ið hevur ilt við at siga ymisk orð, m.a. sigur bi-bi-bilin, stamar og fer at stama alt lívið? Svarið er, at foreldur eiga ikki alt fyri eitt at gerast ørkymla um stamingina, men eiga heldur ikki at vera líkasæl. Tá barnið hevur smáar endurtøkur, er kanska best, at spyrja seg fyri, hvat ein eigur at gera, hjá teimum sum arbeiða við stamitrupulleikum hjá børnum. Hetta eiga foreldur at gera so tíðliga sum tilber. Heldur spyrja eina ferð ov nógv enn at bíða við at fáa ta kunning sum fæst. Fyrsta kunningin kann td. vera :
|
Primer og sekunder staming
Býta vit stamingina eitt sindur upp, so kunnu vit í høvuðsheitinum tosa um primera og sekundera staming. Primera stamingin hoyrist serliga sum lættar endurtøkur av pørtum av orðum, serliga í forljóð, td bi-bi-bilur ella ma-ma-mamma. Eisini hoyrist við hvørt endurtøkur av heilum orðum ella endurtøkur av einum parti av einum setningi, áðrenn allur setningurin verður sagdur. Nakað sum eyðkennir ’primeru stamingina’ er at ferðin á tosingini er tann sama sum vanlig tala. Tosað verður ikki skjótari, tá endurtøkur-nar verða sagdar. Primera stamingin verður ikki roknað sum nakar stórur sam-skiftistrupulleiki, og ein rættiliga stórur partur av børnunum, sum hava lættar endurtøkur í taluni gevast við tí, tá tey koma longur í málsligu menningini. Tað eru tó eisini nøkur, sum halda fram við at stama, og sum seinni koma út í eini torførari staming, nakað vit kunnu nevna ’tann sekundera stamingin’. Vit tosa um ’sekundera staming’ tá læsingar ella spasmur fyrikoma, kanska serliga í barka, men eisini í tungu og varrum. |