Vit hava drúgvar royndir í at arbeiða við røddum og bjóða okkum tí til at kunna um
røddir og rætt raddarbrúk, eins og vit bjóða raddarvenjing bæði til børn og vaksin. Børn við raddartrupulleikum: Raddartrupulleikar hjá børnum kunnu koma av ymsum orsøkum, men henda ofta av overving av røddini. Dømi um hetta eru ’sangarakniklar’, á latíni: ’noduli’ Fyrsta ábendingin um, at røddin er overvað, er at hon gerst hás. Tað er tí av týdningi at leggja til merkis, hvussu røddin ljóðar. |
Tekin um overving:
Endamálið við kunning um og venjing av røddini er í høvuðsheitinum at læra ’rætt raddarbrúk’ og annars at fáa eitt nærri innlit í teir møguleikar røddin hevur, um hon verður nýtt rætt. Vanliga verður barnið kannað hjá ONH-lækna og ein orsøk til raddartrupulleikan funnin, áðrenn farið verður í gongd við raddarvenjingunum. |
Vaksin við raddartrupulleikum:
Tosa vit um raddartrupulleikar hjá tilkomnum fólki, er vanligt, at tey hava eitt ella fleiri av hesum sjúkueyðkennum :
Orsøkirnar til raddartrupulleikar kunnu verða fleiri m.a.
Mett verður um raddarstøðuna út frá samrøðum, upplestri, spontantalu, ymsum ljóðvenjingum, andadrátti og raddarstuðli. Síðan verður støða tikin til tørvin á vegleiðing og venjing. Eins og við barnarøddunum, má orsøkin til raddartrupulleikan staðfestast av ONH-lækna, áðrenn farið verður í gongd við venjingunum. |