Seinheilaskaðar
Tá talan um afasi og aðrar málsligar trupulleikar av seinheilaskaða, hava vit hollar royndir í at meta um málsligu avleiðingarnar og í at undirvísa bæði einstaklingum og bólkum. Fólk, ið fáa heilaskaða, tá tey eru tilkomin, eisini kallað seinheila-skadd, eru vanliga ment, røsk fólk, sum brádliga verða rakt av einum heilaskaða. Avleiðingarnar kunnu hava við sær stórar trupulleikar, bæði sjónligar og ósjónligar. Orsøkir Mest vanligu orsøkirnar til hesar heilaskaðar er blóðtøppur ella bløðing í heila (apopleksi) og skaðatilburðir, td. ferðsluvanlukkur. Heilaskaðar kunnu eisini koma av heilabruna, td. meningitis, góð- ella illkynjaðum vøkstri í heila ella súrevnistroti, sum fylgja av at fólk ikki fáa driðið andan, drukna ella fáa hjartaslag. |
Avleiðingar
Fylgjurnar hjá tí einstaka kunnu vera sera ymiskar, men umframt sjónlig likamlig mein og trupulleikar við at flyta seg, vegna lamni í aðrari síðuni, møði og væntandi orka at vera millum onnur, eru aðrir nógv verri trupulleikar umframt, nevniliga avleiðingarnar av einum ikki sjónligum mentalum skaða, sum skerjir evnini at minnast og hava heildaryvirlit, kunna leggja gerandisdagin til rættis, og kanska serliga evnini at kunna orða seg, skilja tosaða málið, samskifta og kunna lesa, skriva og rokna. Fylgjur og trupulleikar Skal takast samanum, kann, umframt málsligar trupulleikar av ekspressivum slag, tvs. tað sum rakar sjálvan málburðin, kann eisini roknast við impressivum trupulleikum, tvs. trupulleikum, sum raka málfatanina. |
Her tosa vit um:
Spurningurin er: Hvussu vit kunnu hjálpa? Hvussu skalt vit vera saman við hesum persóninum, fyri at hann skal kenna seg væl, vera væl til passar, tíma at koma til tín og læra nakað ? Ein annar spurningur er: Hvussu tú td. hjálpir einum afasiraktum at hava úthaldni, at varveita tað góða lagið, framhaldandi at halda nakað um seg sjálvan, ikki at gerast ov einsamur, dølskur og kensluleysur ? Í tílíkum støðum, er heilt avgerandi at ein skipað venjingartilgongd verður sett í gongd, so skjótt tilber eftir tilburðin. |