Hoyritrupulleikar og CI
Í samstarvi við ONH-deildina á LS, átaka vit okkum at meta um hoyrn-ina hjá børnum undir skúlaaldur, um foreldur ynskja at útiloka ein ‘kritiskan hoyrimiss’ hjá barninum í samband við málmenning. Hetta verður gjørt við eini ‘distraktións-roynd’ ella eini ‘spæliaudiometri, um barnið er undir 3 ár. Er barnið eldri, og kann luttaka í eini vanligari ‘tónaaudiometri’, verður henda gjørd. Tilboð Í dag fáa øll foreldur tilboð um at fáa mett um hoyrnina hjá teirra nýfødda barni. Hetta verður gjørt á ONH-deildini á LS. Hóast metingin vísir, at barnið hoyrir, er tað ein góður vani, alla tíðina at fylgja væl við, at hoyrnin er nøktandi, serliga til barnið kemur í skúlaaldur. Tað er soleiðis at børn, serliga í samband krím, kunnu fáa eina versnandi hoyristøðu, av tí at væta kann vera á millumoyrunum. Tá so er, kann roknast við, at hoyrnin er eitt sindur niðursett. Støðan rættar seg tó vanliga aftur, tá barnið sleppur av við krímið, men í nøkrum førum kann vera neyðugt, at barnið fær ‘dren’, fyri at fáa hoyristøðuna góða aftur. Er hoyristøðan ikki góð, kann tað ganga tað út yvir málmenning-ina. |
CI
Vit veita børnum við CI pedagogiska ráðgeving og frálæru eftir AVT-háttinum. Vit bjóða eisini ráðgeving og frálæru til vaksin, sum eru vorðin deyv og hava fingið CI. Í dag fáa deyv børn CI heilt niður í hálvt ára aldur. Áðrenn ta tíð, verður mett, at deyv børn pjátra eins væl og hoyrandi. Hóast tað, at fáa eina hoyrn við CI, ikki er so framkomið sum ein vanlig hoyrn, tí talan er um eini 25 receptorar, sum geva hoyrnina, so er henda hoyrn nøktandi til at menna tað orala málið. Havast má í huga, at hesi børn ikki eru fødd hoyrandi og tí ikki kenna nakað til vanliga hoyrn. AVT Frá fyrsta degi eftir skurðviðgerð-ina, verður ein serligur frálæru-háttur, kallaður AVT tikin í nýtslu, eisini meðan CI-hoyritólini verða tilpassað so líðandi, til barnið fær fulla CI-hoyrn. AVT - auditiv-verbal-teknologi, merkir at tosaða (orala) málið skal mennast við at brúka hoyrnina. |
AVT-frálæra og tekn
Hóast ikki øll eru samd, so er tað smb AVT-frálæruni ikki ráðiligt supplera eina CI-hoyrn við teknum, tí hetta beinleiðis forðar auditiva hoyrisentrinum at mennast. Hetta kemst av, at visuelli sansurin er so væl umboðaður í heilanum í mun til hoyrisansin,. Her má havast í huga, at í okkara hoyrandi verð er teknmál eitt avbyrgt abstrakt mál, sum færri og færri børn nýta. Eisini kann hugsast, at eitt barn við eini nøktandi CI-hoyrn, ikki møðist minni og bert verður ørkymlað, um tað eisini skal hava teknmál, sum er ein onnur verð, ið byggir á aðrar frálæruhættir enn hjá teimum hoyrandi. Við CI hoyrast tónar millum 125 Hz og 8000 Hz heilt niður til umleið 25 dB HL, sum er á markinum til eina vanliga hoyrn. Hetta merkir, at tú hoyrir øll ljóðini í vanligari talu. Vaksin við CI Ein vaksin, sum hevur fingið CI, krevur nógva venjing fyri at skilja, hvat sagt verður, serliga um óljóð er, har tosað verður. Tað er tó ymiskt, og torført at siga áðrenn, hvussu nógva CI-tólini hjálpa tí einstaka. Tað er av stórum týdningi at vaksin við CI fáa vegleiðing og frálæru frá tali-hoyrilærara at venja nýggju hoyrnina. Best er, um tey eisini fáa boðið hoyripedagogiska frálæru í eitt longri tíðarskeið, eftir at tey hava fingið CI. |