Vit bjóða einstaklingafrálæru til børn fødd við varra/tanngarð/ gómakloyvu og til børn fødd við stakari gómakloyvu.
Gómaráðið Hesi børn koma til tvørfakliga viðtalu hjá Gómaráðnum eina ferð um árið, har barnið verður mett um av fleiri fakbólkum. Okkara partur Okkara partur er tann ljóðligi og málsligi, sum er neyðugur í samlaðu metingini. Í hvørjum einstøkum føri verður í Góma-ráðnum gjørd ein viðgerðarætlan í samstarvi millum serlæknar, ONH-læknar, sertannlæknar og tali-lærarar. Hóast varra-gómabørn eru líka skilagóð sum onnur børn, hava tey samskiftistrupulleikar í minni ella størri mát. |
Av talutrupulleikum kunnu nevnast:
|
Venjing
Hesar og aðrar talitrupulleikar ber til at fáa venjing fyri, umframt at foreldur verða kunnað regluliga um, hvussu gongur. |