Undir skúlaaldur:
Her verður hugsað um børn undir skúlaaldur við úttaluvillum, ikki nøktandi setningsgerð, og eini lakari málmenning sum heild. Undirritaði bjóðar seg til at kanna málsligu fyribrigdi nevnd omanfyri og undirvísa hesum børnum, umframt at foreldur og starvsfólk fáa ráðgeving og vegleiðing. Málmenning Innan málburð verður dentur lagdur á at betra úttalu, setningsgerð, bending og kyn, meðan fylgt verður væl við at málfatan og málsliga tilvitan, visuel- og autitiv málfatan, orðnøgd, samskifti o.o. málslig fyribrigdi eisini mennast nøktandi. |
Alt eftir tørvi umfatar arbeiðið:
|
Talibólkar
Er ynski um ella mælt verður til, at arbeitt verður í “talibólki” við 3-4 børnum samstundis, verður hetta gjørt, tá umstøðurnar loyva tí. Í skúlaaldri: Undirritaði kannar og viðgerð eisini børn í skúlaaldri við talitrupulleikum, eins og foreldur og starvsfólk fáa ráðgeving og vegleiðing. |