Virkisøkini innan talu og hoyrn eru hesi:
- skerdur ella seinkaður málførleiki - viðfødd samskiftisbrek - samskiftisbrek av sjúku ella trauma - raddartrupulleikar - hoyritrupulleikar - børn/vaksin - viðfødd varra- og gómabrek - ped. audiologi, herundir børn og vaksin við CI - eygleiðing av børnum undir skúlaaldur í styttri ella longri tíðarskeið - ráðgeving og vegleiðing av avvarðandi og fakfólki - skeiðvirksemi, informatión og samskipanar- virksemi - kunningar- og samskiftistøknilig hjálpitól til børn, ung og vaksin - fyrireiking av serstøkum uppgávum - gransking og gerð av ped. sertilfari |
Fyrisitingarliga ábyrgdin við atliti til undirvísing og endurvenjing liggur hjá hesum stovnum:
Fólkaskúlin (fólkaskúlalógin, upp til 18 ár) Sernám: veitir børnum millum 0-18 ár sernámsfrøðiliga hjálp, smb Løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 7.juni 2007. Tað er ikki uppgávan hjá Sernám eisini at taka sær av teim klientum, eldri enn 18 ár, sum eru komnir í eina serliga støðu málsliga, tí lógarheimild ikki til tess. Men hetta hevur tó verið gjørt á tann hátt, at ein partur av virkisøkinum hjá Statens Specialskole, seinni Skúlanum á Trøðni og nú Sernám í gjøgnum árini hevur verið at hjálpt hesum fólkum. Sjúkrahúsverk: § 6 í løgtingslóg um sjúkrahúsverk, sum heimiðlar ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava ein læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing. Almannaverk: § 29 í forsorgarlógini sum gevur rætt til endurvenjing til persónar í aldrinum 18-66 ár. Í serligum førum niður til 16-17 ár. Kommunali geirin § 10 og § 13, stk.2nr.5 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. veita kommunurnar m.a. heimabúgvandi fólkapensionistum ymsar tænastur. Eyðsæð er, at tørvurin at veita tali-og hoyrifrøðiliga hjálp støðugt fer at vera í Føroyum í øllum aldursbólkum. Mín áhugi fyri hesum serstaka arbeiði er framvegis í hæddini og nógvir fjøltáttaðir venjingarmøguleikar eru at vísa á og samstarva um. Hetta er orsøkin til felagið “Tala og Hoyrn” og heimasíðuna: www.talaoghoyrn.fo |