Aðalmálið við heimasíðuni www.talaoghoyrn.fo, er at bjóða fram møguleikan at veita eina samvitskufulla og haldgóða greining, vegleiðing, ráðgeving, undirvísing og viðgerð innan talu og hoyrn, til bæði børn og vaksin við samskiftis- og hoyritrupulleikum.
Orsøkin er, ynski um at vera við til at gera mun á tali- og hoyriøkinum í tí samskipaðu endurvenjing, sum er í dag. Serøkini eru hesi: Talitrupulleikar Raddartrupulleikar Dysartri og dysartrofoni Seinheilaskadd og samskiftistrupulleikar Hoyritrupulleikar og CI Gómatrupulleikar Stamitrupulleikar Annað Arbeitt verður bæði við einstaklingum og við bólkum. Alt arbeiði verður gjørt í trúnaði. |
Undirritaði tók læraraútbúgving á Føroya Læraraskúla 1975. Eftir loknað summarfrítíð tók eg við starvi á “Statens Specialskole”, tað sum í 1976 kom at eita “Skúlin á Trøðni”. Eftir at hava starvast sum serlærari á skúlanum í nøkur ár, søkti eg inn á talilæraraútbúgvingina á “Danmarks Lærerhøjskole”. Hetta var 1980. Útbúgvingin, sum lutvís var fjarlestur, tók tvey ár og undirritaði tók talilæraraprógv 1982. Eftir summarfrítíðina sama ár, varð byrjað upp á eina hoyrilæraraútbúgving, sum tók eitt ár. Á sumri 1983 tók eg prógv sum hoyrilærari.
Við útbúgving míni sum tali-og hoyrilærari á Skúlanum á Trøðni byrjaðu skúlauppgávurnar so við og við at flyta seg frá serlærarafakinum til meira serstakar tali- og hoyrilærarauppgávur, sum nógv var brúk fyri, tí Skúlanum á Trøðni hevði tá bæði serbarnagarð, eina deild við børnum, sum høvdu ógvuliga samansettar likam-,sálar- og menningarligar trupulleikar og deyv og tunghoyrd børn, sum kravdu eina serliga undirvísing. Innan ambulanta virksemi, hevði Skúlin á Trøðni ábyrgdina av sjúkrahúsverkið og Almannaverkið. Kann í tí sambandi nevna afasiviðgerð, raddartrupulleikar, hoyritrupulleikar, varra-og gómatrupulleikar, ung og tilkomin fólk við stamitrupulleikum o.a. Í 2008 var ábyrgdin av tali-og hoyriøkinum flutt til Landskúlafyrisitingina, tað, sum í dag eitur Sernám. Undirritaði fekk nýggjan arbeiðsgevara, men arbeiðið var tó nærum tað sama. Arbeiðsøkið var nú meira enn fyrr dagstovnar og føroyski fólkaskúlin. Eitt ávíst tali-og hoyrilæraraarbeiði á sjúkrahúsunum og fyri Almannaverkið hevur framvegis verið gjørt, hóast Sernám í høvuðsheitinum tekur sær av børnum og ungum upp til 18 ár. Tá undirritaði fyrst í 80’unum, sum nýútbúgvin tali- og hoyrilærari, fór at starvast við tali-og hoyriuppgávum burturav, legði táverandi stjórin, Ditlev Olsen, stóran dent á, at tali/hoyrilærara “handverkið” varð útint so væl sum yvirhøvur gjørligt, og at arbeiðsøkið var samsvarandi teim møguleikum, sum tá vóru, við atliti til teir førleikar, tali-og hoyrilærarayrkið gevur. Í samband við aldur í mun til tørv, var ongantíð nakar ivi um, at serstaka ped. hjálpin skuldi veitast øllum, sum høvdu hana fyri neyðini, líka mikið aldur. Tó skal sigast, at fólk í besta aldri, sum t.d. høvdu verið úti fyri einum ferðsluskaða, høvdu høga raðfesting. Ólavur Højgaard |